Uppskot til ársins mentanaravrik

Sunda kommuna hevur nú í nøkur ár givið eina gávu til persón ella felag fyri serlig mentanaravrik.

Hetta verður eisini gjørt í ár, og ætlanin er at handa heiðurin á setanarkvøldinum av mentanardøgunum 13. september kl.19.00.

Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt, at velja ímillum, ynskir nevndin at heita á borgarar um at senda inn uppskot til hvør skal fáa heiðurin í ár.

Uppskotini skulu sendast inn til sunda@sunda.fo saman við eini grundgeving. Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir. Nevndin tilskilar sær rætt til at velja í millum innkomnu uppskotini ella ikki at velja nakað av hesum.

Freistin fyri at senda inn uppskot er mánadagin 3. september kl.12.00.

Á myndini sæst umboð fyri Leguhúsið í Nesvík, sum fekk heiðurin í 2017.

Tey, sum fyrr hava fingið Ársins Mentanaravrik frá Sunda kommunu eru:

2011 Esmar Dahl

2012 Asfinn Sigvardsen

2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík

2014 Johannes Johannesen

2015 Nicolina av Kamarinum (mynd)

2016 Hósvíkar Róðrarfelag

2017 Leguhúsið í Nesvík

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00