Kelvarenning sunnudagin

'Sundalagsfólk í renniskóm' skipa á fjórða sinni fyri 'Kelvarenning' á mentanardøgunum. Tað verður runnið við einum kelvi frá hvørji bygd í kommununi og til Oyrarbakka.

Kelvarenningin verður sunnudagin tann 16. september. Í hvørji bygd fær ein ábyrgdarrennari handað eitt kelvi, har bygdanavnið er innrist. Á hvørjum plássi verða kelvini handaði rennaranum av einum fólki úr bygdini. Allir rennarar koma at møtast nøkurlunda samstundis á Oyrarbakka kl. 15.30. Aftaná verður hugnaløta og kommunan fyri atgongd til brús í skúlanum.

Tiltakið er ókeypis. Ein og hvør, sum hevur hug, er vælkomin at renna við. Talan er ikki um kapprening, men hugnaliga róliga renning (uml. 6 min/km fyri tey flestu). Longdin á leiðunum síggjast niðanfyri. Rennarar velja frítt sína leið, alt eftir renniførleika og orku.

Bólkarnir savna kelvini eftir hesum leiðum:
• Rennarar frá Gjógv - um Eiðisskarð, savna kelvini frá Gjógv og Norðskála (25 km). Frá Gjógv kl uml. 12.45, kelvið verður handað við gjónna. Kelvið frá Norðskála verður handað við kirkjuna uml. kl. 15:25.

• Rennarar ið byrja frá Oyri, savna kelvini av Oyri og Oyrarbakka (2 km). Av Oyri uml. kl. 15.10, kelvið verður handað við brúnna um Stórá – tey, ið ynskja ein fittligan lítlan renni- ella gangitúr, fara við haðani. Kelvið frá Oyrarbakka verður handa við omankoyringina til bátahylin uml. kl. 15.25.

• Rennarar frá Tjørnuvík, savna kelvini frá Tjørnuvík, Haldórsvík og Langasandi (14½ km). Fara frá Tjørnuvík kl 13:50, kelvið verður handað við kirkjuna. Fara úr Haldórsvík kl. uml. 14:25, kelvið verður handað við kirkjuna. Fara av Langasandi kl 15:00, kelvið verður handað við bygdaskelti norðan fyri bygdina – rennarar, sum vilja renna 5 km, kunnu renna við haðani.

• Rennarar frá Hósvík, savna kelvini frá Hósvík og Streymnesi (10½ km). Fara úr Hósvík kl 14:20, kelvið verður handað við kirkjuna. Fara úr Streymnesi kl 15:10, kelvið verður handað mitt í bygdini, har Streymnesvegur og Neystavegur møtast.

• Rennarar ið byrja frá Saksun, savna kelvini frá Saksun og Hvalvík (15 km). Fara úr Saksun kl 13:55, kelvið verður handað við kirkjuna. Fara úr Hvalvík kl 15:05, kelvið verður handað við kirkjuna
Bólkurin frá Saksun og Hósvik hittast har Streymneskelvið verður handað kl. 15.10 og fylgjast til Oyrarbakka.

Kelvini verða handaðið umboði fyri kommununa á Oyrarbakka savnaði í talvuna aftur í Eydnuni á Oyrarbakka.

*(Rúnar kelvi: eitt kelvi, har rúnur eru ristar)

Meiri kunning um tiltakið sæst her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00