Hvønn kennir tú á Oyri?

Aftur í ár eru øll vælkomin at vitja tiltakið „Hvønn kennir tú á Oyri...“. Í ár verður tað leygardagin 15. september frá kl.15.00-18.00. 

Á skránni er hoyggjhúsbio og ein spennandi glíðibreyt á skránni. Eisini er tónleikur, café og nógv annað.

Skrá

Hornavegur 32 - kl. 15.00 - Setanin av “Hvønn kennir tú á Oyri?”
Hornavegur 14 - Karina Weihe og Paulina Joensen hava listaframsýning
Rættartún 5 - Sakaris Hansen hevur framsýning av modelskipum, sum hann hevur bygt
Oyrarvegur 8 - framsýning av gomlum telefonum
Oyrarvegur 7 (skúlin) - Brúðarlín og Elsa Bech hava “Pop-up shop”
Oyrarvegur 2- framsýning av reklamupennum, sum Sámal hevur samlað í nágv ár
Hornavegur 8 - “Oyragass” og kl. 16.00 June-Eyð lesur søguna um “Óla oyralanga”
Hornavegur 17 - Fiskakør - møguleiki er at síggja fiskar og krabbadýr
Hornavegur 25 - “Café Skel-inn” - 20 kr kaffi/te við kaku ella “garagufromagu” aftur við
Hornavegur 25 - “SKELfie”
Hornavegur 27 - Kom og seyma eitt innkeypsnet—tekur tær 15 min.
Hornavegur 27 - “Ungdómsgaraga” og møguleiki hjá ungum og gomlum at fáa eina “tatovering”.
Hornavegur 30 - tónleikaframførslur. Kl. 15.30 Árni og vinmenn- kl. 16.30 “syngið við “ við Jonni og Dáva.
14. Eftir Hornavegi eru gamlir bilar at síggja
Vøllurin - kl. 17.15 Linedansur.
Kl. 18 er føroyskur dansur í gamla skúla

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00