Bókaframløga og upplestur

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur júst givið út bókina Miljuløtur eftir Rakel Helmsdal. Í tí sambandi verður bókaframløga og høvundurin lesur søgur úr nýggju bókini.

Miljuløtur er ein barnabók við nógvum søgum um 12 ára gomlu gentuna Milju, sum sigur frá serligum upplivingum, minnum og hendingum. Søgurnar ganga fyri seg í Port Janua, sum vit kenna úr fleiri øðrum bókum eftir Rakel Helmsdal. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina við vøkrum myndum. Bókin er innbundin og er 141 blaðsíður.

Bókin verður at fáa fyri serprís til tiltakið.
Tiltakið er fyri børn og familjur.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00