Heystið byrjar við Staksdegnum

Nú heystið stendur fyri durunum, fara menn aftur at hugsa um skurðin. Leygardagin 22. September verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði.

Tað er hátíðardagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini. Í ár eru 5 Veðrar at taka.

Kostnaðurin fyri túrin er 100 krónur, tá er døgurðin í bygdarhúsinum íroknaður, hetta er eisini ein lutaseðil uppá eitt feskt tjógv av Stakkinum, lutaseðlarnir verða trektir undir uppboðssøluni.

Eftir døgurðan verða 2 veðrar flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, tombola er aftaná uppboðssøluna og seinni um kvøldið verður dansur í bygdarhúsinum.

Staksnevndin v/Jógvan Magnussen
Tlf 29 46 16

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00