Mentanardagarnir væl vitjaðir

Mentanardagarnir 2018 eydnaðust sera væl. Aldrin áður hava so nógv fólk luttikið og áhugin at skipa fyri tiltøkum var stórur millum feløg og privat persónar.

Vit í kommununi er hjartansfegin um, at fólkið tekur væl undir við hesum tiltakið. Vit takka øllum sum á ein ella annan hátt vóru við at fyriskipa. Uttan tykkum vóru eingir mentanardagar. Eisini siga vit takk til øll tykkum sum vitjaðu tiltøkini. Tað fløvar, at so mong valdu at seta tíð av at koma til tiltøkini.

Endamálið við at hava mentanardagar í Sunda kommunu er, at samansjóða fólkið, ið her býr og at fjálga um mentanina her. Vit ynskja at øll tiltøk eru ókeypis, at okkurt er fyri allar aldursbólkar og at vit koma runt til allar bygdir í hvussu so er annað hvørt ár.

Stórt myndasavn frá mentanardøgum 2018 sæst her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00