ABC-fyri sálarliga heilsu í Skúlanum við Streymin

Seinasta vika varð av Fólkaheilsráðnum útnevnd til at verða vikan har ljós varð varpað á átakið ABC-fyri sálarliga heilsu.

Sunda kommuna hevur verið partur av hesi verkætlan frá byrjan av og í síðstu viku varð vitjað á hádeildini í Skúlanum við Streymin. ABC-samskiparin hjá kommununi greiddi teimum ungu frá hvussu ein kann røkja sína sálarliga heilsu og eisini vóru onkrir filmar vístir.

ABC fyri sálarliga heilsu snýr seg um, at tú við at fylgja boðskapinum A) ver virkin, B) ver saman og C) ver hugbundin, kanst betra um sálarligu heilsuna.

Evnið er viðkomandi fyri øll, bæði stór og smá og fólk við ella uttan sálarligar trupulleikar. Tað snýr seg um at gera nakað, fyri at varðveita og betra um góða sálarliga heilsu.

Kunnað teg meira um átakið her.

Myndir frá tiltakinum síggjast her:

Myndirnar hevur Eyðgerð Mørkøre Kruse tikið.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00