Minningarhald teirra sjólátnu

Hósdagin 1. november 2018 verður skipað fyri minningarhaldi fleiri staðni í kommununi.

Minningarhald við Gjógv
Minningargudstænasta í Gjáar kirkju kl. 14.00. Emil Olsen sóknarprestur, talar. Síðani verður farið til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Minningarhald í Haldórsvík
Minningarhald teirra sjólátnu verður í Haldórsvíkar kirkju Alla halganna dag kl. 14.00 v/ Bergtóri H. Bjarkhamar, sóknarpresti. Síðani verður farið út á minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Minningarhald í Hósvík
Minningarhald teirra sjólátnu verður í Hósvíkar kirkju Alla halganna dag kl. 15.30. Bergtórur H. Bjarkhamar, sóknarprestur, talar. Síðani verður farið út á minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00