Tilboðini uppá bussleiðina latin upp

Tilboðini uppá bussleiðina í Sunda kommunu vórðu upplatin á fundi á døgurða hósdagin 1. november. Trý feløg bjóðaðu, tey vóru IR Lastbilar, HK Bussar og HZ Bussar.

Tilboðini síggjast her:

 (tøl u/mvg) Ferðaætlan A Ferðaætlan B
Tilboðsgevari Leið 1 og Leið 2 íalt Leið 1 Leið 2
IR Lastbilar 540,00 540,00 595,00
HK Bussar 409,77 409,77 737,00
HZ Bussar 395,00 395,00 395,00

Lægsta tilboð hevði HZ Bussar. Umsitingin skal nú gera eina innstilling til trivnaðar nevndina, sum skal taka støðu til øll tilboðini og leggja eina tilráðing fyri fíggjarnevndina. Fíggjarnevndin leggur síðan málið fyri býráðið, og roknað verður við at málið verður avgreitt í november.

Tað var í 2017, at borgarar í Sunda kommunu fingu íkeypis bussleið. Higartil hevur hetta verið ein royndarverkætlan uppá eitt ár í senn, men nú er Bussleiðin boðin út í eitt fimm ára tíðarskeið.

Bussleiðin verður nógv brúkt. Í 2017 koyrdu tilsamans 5.604 ferðandi við bussleiðini. Og hagtølini fyri 2018 vísa nakað tað sama tal av ferðandi higartil í ár.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00