Brúgvin um Streymin 45 ár

30. oktober fyri 45 árum síðani var stórt hátíðarhald í Sundalagnum, tá brúgvin um Streymin varð tikin í nýtslu.

Tummas Olsen, sum tá var júst útbúgvin byggiverkfrøðingur, fekk uppgávuna at standa fyri arbeiðinum at prosjektera brúnna, sum er 220 metrar til longdar og 17 metrar høg.

- Eg var útlærdur í januar í 1971 og fekk í boði at arbeiða hjá Landsbyggifelagnum beint aftaná, og í tí sambandi spurdu teir, um eg var áhugaður í at koma at arbeiða við brúgvaprosjektinum. Tað va røgiliga spennani og áhugavert fyri meg, sigur Tummas Olsen.

Umleið 40-50 menn arbeiddu upp á brúnna, sum tá var ein stór verkætlan:

- Amboðini vóru ikki so góð, bjálkarnir blivu allir stoyptir á staðnum, og teir vóru 54 í tali. At gera brúnna var so mikið trupult, at tað var eingin krani, sum kundi lyfta nakað serligt. Og hevði mann amboðini, so sluppu tey ikki framat, tí vegirnir gjøgnum bygdirnar vóru treingir, sigur Tummas Olsen.

Í morgunsendingini greiddu Tummas Olsen, byggiverkfrøðingur, og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, frá um brúnna um Streymin, og hvønn týdning hon hevur havt.

Hoyr innslagið her.

Teksturin er frá Kringvarpið Føroya.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00