Bókasavnið á ferð

Norðurlendsk bókasavnsvika 2018 á Sunda Bókasavni týsdagin 13. november.

Vanliga bjóðar bókasavnið fólki at koma á bókasavnið at vitja og hoyra upplestur ella frásagnir, men hesaferð hevur Sunda Bókasavn valt at fara út har, sum fólkini eru.

Við sær hevur bókasavnið sjónleikaran Eyð Matras, sum fer at lesa upp og so hevur bókasavnið eisini ein drekkamunn við.

Evnið í ár er hetjur í norðurlendskum bókmentum.
Skaldsøguna Íslenskir kongar hevur Einar Már skrivað og er eitt savn av garvillum søgum um ta uppspunnu Knudsen-ættina, sum vit fylgja frá 1700-talinum og fram til dagin í dag.
Í bókini bjóðar Einar Már tí siðbundna hetjuleiklutinum av, og gevur í staðin nøkrum tápulingum leiklutin, sum íslendskar hetjur.

Tað er Eyð Matras, sum fer at lesa brot úr bókini.

Skrá :
Kl. 15 - Upplestur í Blákolluni á Oyri
Kl. 16 - upplestur í handlinum hjá Stanley við Norðskála

Øll eru hjartaliga vælkomin

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00