Oljudálking í Hvalvík

Sunnudagin gjørdust fólk í varug við at olja var í Myllá i Hvalvík. Fólk frá kommununi hava verið á staðnum og staðfest er, at talan er um oljuleka frá privatum oljutanga.

Sunda sløkkilið hevur í dag arbeitt við at taka oljuna upp. Kommunan heitir á fólk um at kanna sínar oljutangar og um so er at dálking sæst, at boða kommununi ella brunaumsjónarmanninum frá sum skjótast.

Eitt reint umhvørvi gagnar øllum. Sunda kommuna ynskir at halda umhvørvið reint og fyribyrgja dálking. Lekar frá oljutangum og vinnuligum virksemi er ein vaksandi trupulleiki. Vanligastu orsøkir til oljudálking eru ósketni og ov gamlir oljutangar.

Góð ráð

- Kanna oljutangan, rørleiðingar og oljufýr.

- Kanna um tú hevur trygging, sum umfatar skaðar ið standast av oljudálking frá oljutanga v.m.

- Hækkar oljunýstlan knappiliga, eigur tú at kanna tangan

- Eru húsini keypt frá øðrum. Tryggja tær so allar neyðugar upplýsingar um tangan frá fyrra eigaranum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at senda kommununi ein teldupost á sunda@sunda.fo ella ringja til kommunuskrivstovuna á tel. 667271.

Oljudálking

Ert tú varugur við ella hevur illgruna um oljuleka, ring so til brunaumsjónarmannin á tel. 297229 ella politistøðina 114.

Tað er umráðandi at boðini verða givin so skjótt sum gjørligt so at uppruddingararbeiðið kann fara í gongd.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00