Demens-kafé í Sunda bókasavni

Í samstarvi við Sunda bókasavn skipar Alzheimerfelagið fyri kafé á bóksasavninum mikukvøldið 21. novembur kl. 19.00.
Tiltakið er fyri fólk við demenssjúkum, avvarðandi teirra, starvsfólk innan heilsuøkið, politikkarar, og onnur áhugað.
Skráin er henda:
Ann-Mari Jensen, virkandi forkvinna, bjóðar vælkomin og kunnar um arbeiði felagsins.
Marjun Restorff, demenssamskipari, kunnar um demensklinikkina.
Kunning um demenstilboð fyri fólk undir 67ár.
Síðan verður orðið frítt, og høvi verður at seta spurningar og at koma við ynskjum, hugskotum og hjartasuffum.
Fyri at fáa eina hóming av, hvør tørvur er hjá fólki við demenssjúkum, avvarðandi teirra og annað í hesum sambandi, vónar Alzheimerfelagið, ið er talurørið hjá hesum bólki, at nógv fólk taka av hesum tilboði.
Borðreitt verður við kaffi/te og køkum.

Verið vælkomin

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00