Nú eru vit 1.800

Súsanna og Rúni í Streymnesi eiga borgara nummar 1.800.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru vit fleiri enn 1.800 fólk í Sunda kommunu. 1. januar 2005, tá kommunurnar løgdu saman, vóru 1.558 fólk í kommununi. Fólkatalið hevur sveiggjað nakað, men ongantíð eru vit farin niðurum 1.500. Kommunan er 4 yngst í Føroyum, tá talan er um miðalaldur, og her búgva nógvar barnafamiljur.

Hóast fólkatalið samlað er í vøkstri so eru smærru bygdirnar minkaðar í fólkatalið seinnu árini.

Lítli drongurin, varð føddur 13. november og vigaði 4.330gr. Hann hevur ikki fingið navn enn. Hann eigur tvey eldri systkin sum eita Sára og Pætur.

Borgarstjórin var í vikuni og ynskti familjuni tilllukku við soninum, sum er borgari nummar 1.800, og gav teimum eina heilsan frá Sunda kommunu.

Yvirlitið yvir fólkatalið sæst her:

bygdir 2005 2018
Gjógv 54 31
Haldórsvík 162 114
Tjørnuvík 71 57
Langasandur 36 39
Hósvík 297 320
Hvalvík 219 255
Streymnes 198 311
Saksun 32 8
Oyri 137 175
Oyrarbakki 105 170
Norðskáli 247 321
Tilsamans 1558 1801

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00