Nýtt kampingpláss í Haldórsvík

Í summar letur upp nýtt kampingpláss í Haldórsvík. Plássið liggur í grótbrotinum norðanfyri bygdina og rúm er fyri 20 vognum/bilum. Allir vognarnir fáa atgongd til streym, vatn og tøming.

Í 2019 verður plássið gjørt liðugt og bygningur bygdur, soleiðis at plássið hevur allar hentleikar. Kostnaður fyri gisting per vogn per døgn er 200 kr. Limir í Kampingfelagnum gjalda tó 150 kr.

Kampingplássið liggur tætt við bygdina Haldórsvík, sum við síni serstøku áttakantaðari kirkju hevur er sera hugnaliga at spáka runt í.
Í Haldórsvík er sandur og stór á, og eisini ber til at ganga sær ein túr í hagan.

Tætt við liggur Fossá, sum er hægsti fossur í Føroyum og norðanfyri liggur bygdin Tjørnuvík, sum er serstaka flott surfingstað.
Um veturin verður kampingplássið brúkt til at vetrarkamping og er tað longu fult fyri veturin 2018/2019.

Summarkamping letur upp í Haldórsvík 1. maj 2019.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00