Tekniskur leiðari

Starvið sum tekniskur leiðari í Sunda kommunu er leyst at søkja.

Sunda kommuna fevnir um 11 bygdir í Eysturoynni og Streymoynni og fólkatalið er tilsamans 1.800. Sum tekniskur leiðari fært tú eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fært týðandi leiklut í framhaldandi menningini av kommununi.

Tekniski leiðarin hevur tilvísing til borgarstjóran. Kommunuskrivstovan er á Oyrarbakka og í kommunufyrisitingini starvast 10 fólk. Tekniskia økið er skipað við tekniskum leiðara, málsviðgera og tveimum eindum við umsjónarmonnum, ávikavist veitingareind og ognareind.

Starvið verður at seta 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu. Umsóknarfreistin er 25. januar 2019. 

Les starvslýsingina her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00