Hjálparfólk til Garnhúsið

Hugsar tú kreativt og dámar tær at arbeiða við projektum? Er nærlagni og nærvera akkurát tú? Elskar tú at vera virkin og at hanga út? Vilt tú vera saman við okkum, um alt tað, sum er stuttligt, álvarsamt, spennandi og týdningarmikið?

Vit í Ungdómshúsinum Garnhúsið, sóknast eftir hjálparfólki at arbeiða tvey kvøld um vikuna 8 tímar tilsamans, at byrja skjótast gjørligt. Vit vænta, at tær dámar at arbeiða við ungdómi, dámar at vera kreativ/ur og dugir at hugna um tey ungu.

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Hevur tú spurningar, ber til at ringja til leiðaran, Hans Andrias Olsen, tlf. 222772 ella mail: garnhusid@gmail.com

Umsóknir v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagið mánadagin 21. januar 2019 og skulu sendast til: sunda@sunda.fo 

ella til:

Sunda kommunu
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 10
400 Oyrarbakki

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00