Hvussu veiti eg eina góða tænastu?

Ynskir tú fleiri kundar? Ynskir tú, at kundarnir skulu vitja júst tína fyritøku? Ynskir tú at geva kundunum eina góða uppliving? Sunda kommuna bjóðar saman við Visit Faroe Islands og Miðnámi í Vestmanna til ókeypis skeið 26. og 27. januar í hvussu tú kanst fáa fleiri kundar við at veita góða kundatænastu.

Hví skalt tú koma á skeiðið?
Tú fert at læra um hvussu tú kanst veita eina betri tænastu til tess at fáa nøgdar kundar. Hetta viðførir at kundin fær eina góða uppliving og sum sæst á tínari botnlinju.

Úrtøkan hjá luttakaranum:
Tú fært innlit og greið amboð í hvussu tú kanst:
• hækka títt tænastustøði
• samskifta betri við tínar kundar
• fáa fleiri trúgvar kundar

Luttakararnir fáa eina hondbók við tekstum.
Á skeiðnum verður tað arbeitt við uppgávum sum eru viðkomandi fyri virksemi hjá luttakarunum. Umframt hetta verður tað framløgur og kjak.

Málbólkur:
Øll eru vælkomin á skeiðið. Skeiðið er serliga ætlað til tey virkandi í ferðavinnuni, ið ynskja at veita eina enn betri tænastu.

Hvat gjøgnumganga vit á skeiðnum?
Evnini ið verða viðgjørd eru:
Hvat og hvar er kundatænasta
Týdningin av at veita góða tænastu
Hvussu tíni starvsfólk kunnu veita eina betri tænastu

Undirvísari:
Rebekka Danielsen Cand.Soc. í Service Management frá CBS. Undirvísir í tænastu, virkisbúskapi og fígging í Miðnám á Kambsdali.

Praktiskar upplýsingar:
Skeiðið fevnir um 15 tímar og verður hildið í Hósvíkar skúla 26. og 27. januar 2019.

Tilmelding fer fram við at skriva navn, email, telefonnummar og núverandi virksemi hjá tær í ferðavinnuni til sunda@sunda.fo innan hósdagin 24. januar 2019 kl.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00