Kommunan fekk viðhald í Føroya Rætti – góðkenningin stendur við

Í dag fall dómur í Føroya Rætti í málinum um skúlabygnaðin í Sunda kommunu.


Sambært dóminum, verður Mentamálaráðið dømt at viðurkenna, at fólkaskúlarnir í Hósvík og Hvalvík verða skipaðir soleiðis at skúlarnir hava hvør sína sjálvstøðugu leiðslu og skúlastýri, og at undirvísingin umfatar 1. – 3. flokk.

Mentamálaráðið skal rinda kommununi sakarmálskostnað uppá kr. 125.180. 

Málið snúðið seg um skúlabygnaðin hjá Sunda kommunu. Nýggi skúlabygnaðurin hjá kommununi varð tann 9. juli 2015 endaliga góðkendur av Mentamálaráðnum. Seinni varð góðkenningin tikin aftur. Kommunan góðtók ikki hetta og valdi tí at stevna Mentamálaráðnum og hevur nú fingið viðhald.

Kommunan hevur samtykt at skipa skúlabygnaðinum soleiðis, at skúlarnir í Hósvík og Hvalvík hava innskúling við 1. til 3. flokki, meðan Skúlin við Streymin hevur 1. til 10. flokk. Byggingin av nýggjum skúla við ítróttarhøll Við Streymin er í samsvari við skúlabygnaðin, sum varð góðkendur í 2015. Við dóminum er staðfest, at kommunan kann skipa undirvísingina sum ætlað.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00