Kom í Garnhúsið í kvøld

Fríggjakvøldið 11.januar 2019 letur Garnhúsið endiliga upp aftur eftir jólaferiuna og Ingi Poulsen kemur at syngja.

Opið verður sum vanligt frá 19.00 til 24.00 og er nýggi leiðarin spentur uppá at sleppa at heilsa uppá tey ungu. Danny, sum skuldi koma at hava konsert, mátti tíverri avlýsa. Ístaðin kemur dugnaligi Ingi Poulsen, at syngja og spæla fyri okkum, so tað verður heilt sikkurt ordiliga gott.
Kaffi eiga vit altíð í kannuni og okkurt gott verður afturvið, so tú MÁST koma forbí.

Eisini eru garnhúsið komi á Instagram, so fylg við har og fá alt við!!!

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00