Rørslumenning í øllum aldri

Hóskvøldið 17. januar frá kl. 19.00-21.00 verður sera áhugavert tiltak í Dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.

25 luttakarir á ársskeiði sum Motorikkvegleiðarar, fara at greiða frá og vísa uppskot til rørslumenning.
Her er eitt nú:
- At hugsa um, hvussu vit menna eitt gott rørsluumhvørvi bæði inni og úti
- At gera tiltøk, sum kunnu kveikja áhuga og gleði hjá einstaka barninum/borgaranum við serligum avbjóðingum at røra seg
- At vera fyrimyndir við at vísa gleði og sjálvi hava hug at brúka kroppin
- At vísa á, at tá børn sum smá hava vánaligan motorikk, fáa tey ofta ringt við at fylgja við í skúlanum, ikki bara motoriskt, men eisini í læringini. Tey kunnu fáa talutrupuleikar, lesitrupuleikar og órógv í kroppin.
Hinvegin vita vit, at børn, sum tíðliga í lívinum gerast fysiskt aktiv, læra skjótari og gerast betur til at hugsavna seg, so har eru allar góðar grundir til at geva rørslumenningini ans.

Umframt hetta verða Anne Brodersen og Mads Brodersen frá Vends Natur og Motorikskole til staðar.

Vónandi hevur hetta tykkara áhuga.
Tiltakið er ókeypis.
Hjartaliga vælkomin!

Fyrireikararnir

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00