Náttarbøn (completorium) í kirkjuni við Norðskála

20. januar 2019 – 2. sunnudag eftir trettanda – kl. 21.00 verður náttarbøn (completorium) í Kirkjuni við Norðskála.

Tíðarbønir, sum eru rættiliga ókendar í okkara kirkju, men kendar aðrastaðni, eru stuttar dagligar gudstænastur hildnar ávísar tíðir á degnum til tess at halga dagin.

Dentur verður lagdur á lovsong og bøn, dávidssálmar og bíbliulestur.

Dagligu tíðarbønirnar eru fleiri í tali, og hin seinasta av teimum er náttarbønin (completorium), har dentur eisini verður lagdur á syndajáttan.

Undir náttarbønini koma prestarnir Anne Mette Greve Klemensen og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar at syngja tvísong (duet).

Eisini verður ein løta givin til kvirru og djúphugsni.

Sjeyarmaði ljósastakin verður tendraður samstundis sum sjey bønir verða bidnar. Leikfólk biðja hesar bønir og lesa eisini ávísar bíbliulestrar.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00