Námsfrøðing til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík

Hevur tú eitt brennandi ynski at arbeiða við børnum 0-3 ár? So er tað kanska tær vit leita eftir.

Vit eru ein lítil, heitur stovnur mitt í bygdini í Hósvík, við eini vøggustovu, eini barnagarðsstovu og eini frítíðarskúlastovu. Uttanfyri liggur helst besti garður í heiminum. Ein garður, sum samstundis er hagi við eini á rennandi á mitt ígjøggnum. Fjøran liggur beint niðanfyri og elska vit at brúka hesar náttúruperlur í gerandisdegi okkara saman við børnunum.

Á stovninum starvast í løtuni 5 námsfrøðingar og 5 hjálparfólk. ein blandaður hópur av fittum og dugnaligum starvsfólkum. Vit eru opin fyri nýggjum hugsanum og trívast best, tá gerandisdagurin er væl litaður við alskyns fjølbroyttum litum og áhugaverdum avbjóðingum.

Vit hava tó brúk fyri fólki í starvsfólkahópi okkara og leita tí eftir einum námsfrøðingum at byrja skjótast gjørligt.
Tímatalið er 30 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.

Er hetta nakað fyri teg? Skunda tær og send eina umsókn áðrenn 31. januar 2019.
Hevur tú spurningar, ring til Hervør, leiðara, á telefon 297255 ella Kristinu, varaleiðara, telefon 722435.

Vit gleða okkum til at frætta frá tær!

Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 1
Hósvík
storheygg@sunda.fo

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00