Heimsmálini á breddan

Sunda kommuna setir nú Heimsmálini hjá ST á breddan. Mánakvøldið fekk býráðið kunning um evnið.

Rúni Rasmussen, frá Løgmansskrivstovuni, var mánakvøldið og hevði framløgu fyri býráðslimunum um Heimsmálini og hvussu ein kommuna kann arbeiða við hesum.

Ætlanin er nú, at seta Heimsmálini á skrá hjá nevndunum sum so síðani koma við einum tilmæli til býráðið um hvat skilabest er at gera. Kommunan er longu væl við á summum økjum. 

Hevur tú eina meining um hvat kommunan kundi gjørt í mun til at røkka Heimsmálunum? Send ein teldupost til sunda@sunda.fo, vit taka fegin í móti hugskotum.

Les meira um Heimsmálini her:

- landsstyrid.fo

- snar.fo

- verdensmaalene.dk

- sustainabledevelopment.un.org

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00