Trivnaðarkanning á dagstovnaøkinum

Seinasta mánaðan hevur Sunda kommuna gjørt trivnaðarkanning innan dagstovnaøkið í kommununi.

 

Øll foreldur, at børnum á stovnum í kommununi, hava fingið talgilt spurnarblað sendandi við spurningum um dagstovnin, tænastuna o.a. Endamálið er, at fáa eina støðulýsing av hvussu foreldrini eru nøgd við dagstovnarnar og ta tænastu tey fáa har.

Kanningin endar á miðnátt 31. januar 2019. Eftir hetta verður úrslitið greinað og lagt fyri Trivnaðarnevndina til kunningar. Øll foreldur, ið luttaka, eru ónevnd.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00