IRF ber posar út í viku 12

Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.
Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Manglar tú posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar nýttir.
Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu og hvítu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar. Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. 

Á www.irf.fo er yvirlit yvir, hvar posar fáast til keyps. Á síðuni eru eisini góð ráð til, hvussu gráu posarnir kunnu strekkja longur.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00