Tekniskur leiðari settur

Á býráðsfundi 25. februar 2019 samtykti býráðið einmælt at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Lilliuna Jacobsen í starv sum tekniskur leiðari.
Lillian er útbúgvin byggifrøðingur frá Byggeteknisk Højskole í Aalborg. Hon hevur drúgvar royndir innan tekniska- og tænastuøkið í Danmark og Føroyum. Lillian kemur úr leiðandi starvi hjá Aluplast, har hon eitt skifti var fyribils stjóri.

Lillian, ið er 37 ár og búsitandi á Kambsdali, byrjar í starvinum 1. apríl 2019.

Vit ynskja Lilliuni tillukku við starvinum og bjóða henni vælkomin í starvsfólkahópin hjá Sunda kommunu.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00