Útbjóðing

Í samband við víðkan og broytingar av felagshúsinum við Margáir í Streymnesi verður timburarbeiði hervið boðið út í almennari lisitatión samsvarandi galdandi reglum.

Arbeiðið fevnir um innilokan av nýggjum tilbygningi og nýggja takkonstruktión yvir bygning og skýli.

Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Westtec Sp/f á Hálsi 22, FO-380 Sørvágur, tlf. 333366, t-postur: wt@wt.fo

Tilboð í afturlatnum brævbjálva merktur “Felagshúsið við Margáir”, skulu vera skrivstovuni hjá Sunda kommunu, Oyrarbakkavegur 3, FO-400, Oyrarbakki, í hendi seinast mánadagin 25. Mars 2019 kl. 13.00.

Lisitatiónin verður sama dag kl. 13.05, har teir bjóðandi hava møguleika fyri at verða hjástaddir.

Sunda kommuna tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin tilboð ella ongum at taka av.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00