Yvir 15% vøkstur í skattainntøku

Kommunuskattainntøkan øktist 15,53% í januar og februar í ár.

Jaliga gongdin í skattainntøkuni hjá Sunda kommunu heldur fram. Fyrstu tveir mánaðirnar í ár var persónsskattainntøkan kr. 11.500.154. Somu mánaðir í 2018 var inntøkan kr. 9.954.592. Tað er ein vøkstur uppá kr. 1.545.562 svarandi til 15,53%.

Í fíggjarætlanini fyri 2019 hevur kommunan roknað við eini persónsskattainntøku uppá kr. 64.850.000 ella kr. 5.404.167 um mánaðin. Tí kann staðfestast at fyrstu tveir mánaðirnir eru frammanfyri fíggjarætlanina.

Leinki til tølini https://www.taks.fo/media/2198/fyribilsskattur-kommunurnar-februar-2019.pdf

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00