Býráðið gevur málmenningargávu

Sunda kommuna vil fegin stimbra málmenningina hjá smæstu borgarunum, Býráðið hevur tí gjørt av at lata øllum børnum í 1.flokki eitt árshald av barnablaðnum Píka7 og 4. flokki eitt árshald av blaðnum Strok.

Í februar fingu tey so fyrsta blaðið sum er ein málmenningargáva, sum vónandi kann skapa varandi lesigleði og hjálpa til at broyta hugburðin til lesing. Blaðið hevur dygdargott, stuttligt og spennandi tilfar til børnini, og tað speglar gerandisdagin hjá føroyskum børnum.

Myndir frá tá børn í skúlanum við Streymin og í Hvalvíkar skúla fingu blaðið síggjast her:

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00