Andras 20 ára starvsdag

Tann 1. februar 2019 vóru 20 ár liðin síðani Andras Nybo, arbeiðsformaður, byrjaði í starvið í táverandi Hósvíkar kommunu. Við samanleggingini av kommununum í Sundalagnum í 2005 kom Andras at starvast sum umsjónarmaður, og síðani sum sum arbeiðsformaður.
Í morgun vóru starvsfelagar og nærmasta familja hjá Andras boðin til hátíðarløtu á kommunuskrivstovuni, har borgarstjórin handaði honum gávu og segði nøkur orð.

Borgarstjórin segði m.a. at “Andras er sera dugnaligur arbeiðsformaður. Hann dugur væl við fólki og er tolin. Hann er hollur í ráðum og minnist væl. Andras er altíð tøkur og skjótur at hjálpa til tá á stendur.”

Sunda kommuna takkar Andrasi fyri góða tænastu og ynskja honum hjartaliga tillukku við 20 ára starvsdegnum.

Myndir síggjast her:

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00