Landstýriskvinnan vitjaði skúlan

Týsdagin hevði kommunan forkunnuga vitjan av nýggju landsstýriskvinnuni í skúlamálum, Honnu Jensen.
Sunda kommuna bjóðaði landsstýriskvinnuni norð til Oyrarbakka saman við embætisfólkum, at síggja nýggja Skúlan við Streymin. Endamálið var, at geva landstýriskvinnuni innlit í hvussu skúlin í Sunda kommunu kemur at verða skipaður eftir 2020 og at vísa snotuligu karmarnar fram.

Nýggi skúlin er 1.400 fermetrar til støddar í tveimum hæddum umframt tað verður nýmótans ítróttarhøll bygd á økinum. Eftir ætlan verður Skúlin við Streymin og ítróttarhøllin klár at taka í nýtslu á várið 2020.

Landstýriskvinnan við fylgi vórðu víst runt í skúlanum av Jóhan Syderbø, byggileiðara. Hendan dagin var sera nógv virksemi í bygninginum. Tað er Sp/f Jóan Petur Vang, byggimeistari, sum byggir.

Myndir frá vitjanini síggjast her:

Tekningar av skúlanum og høllini síggjast her:

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00