Fyrsta skúlasavn í Føroyum

Býráðið í Sunda kommunu samtykti á seinasta býráðsfundi, at skúlin við Gjógv í framtíðini skal gerast til Føroya fyrsta skúlasavn.

Kommunan hevur gjørt umfatandi ábøtur á skúlan og er nú bert eftir at rudda og gera smærri ábøtur innan. 

Ein arbeiðsbólkur mannaður av umboðum fyri felagið Gjómann og Sunda kommunu fer at lýsa bygningin og hvussu komandi virksemi kann skipast. Alt hetta verður gjørt í tøttum samstarvið við Tjóðsavnið.

Tjóðsavnið var og vitjaði skúlan við Gjógv fyrr í mánaðanum og saman við umboðum frá felagnum Gjómanni og Sunda kommunu, var ein fyribils ætlan gjørd fyri hvussu arbeiðið skal fara fram.

Sunda kommuna fegnast um, at virksemi nú verður í øllum gomlu bygdaskúlunum. Skúlin í Haldórsvík verður nýttur til undirhús. Skúlin í Tjørnuvík er listafólkabústaður og nú verður skúlin við Gjógv gjørdir til skúlasavn.

Á myndini síggjast umboð fyri Tjóðsavnið, Felagið Gjómann og Sunda kommunu.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00