Útlendingar umvæla gøtu við Gjógv

Arbeiðsmenn hjá Sunda kommunu hava í nakrar dagar gjørt klárt til at 15 sjálvboðnir útlendingar koma til Gjáar at arbeiða.
Sunda kommuna er partur av átaki hjá Visit Faroe Islands, har útlendingar sjálvbodnir koma til Føroya at gera viðlíkahaldsarbeiði í økjum, har nógv slit sæst. Við Gjógv fara útlendingarnir at arbeiða við gøtuni niðan á ovara Næsa sum gongur fram við Gjónni. Gøtan er sera slitin og liggur í brøttum lendi. Útlendingarnir fara í samstarv við arbeiðsmenn hjá kommununi at byggja eina trappu, seta nýggja girðing upp o.a.

Alt arbeiðið verður gjørt samráð við eigararnar og hagastýrið.

Í sambandi við arbeiðið verður rátt fólki frá at ganga á gøtuni frá flaggdegnum og til og við leygardagin 27. apríl 2019.

Myndir av fyrireikingararbeiðinum síggjast her:

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00