Okkara eldru hugnaðu sær

Mikudagin 8. mai hevði kommunan bjóðað øllum borgarum 60 ár og eldri til ein hugnaligan dag í Eydnuni á Oyrarbakka.

 

Útvið 90 fólk møttu. Byrjað varð við gongutúri í Náttúrulundini við Streymin har Edmund Joensen greiddi frá. Síðani varð farið yvir í Eydnuna til morgunmat. 

Fleiri áhugaverdir gestir komu á gátt, millum annað kommunulæknarnir og presturin Henning Bøgesvang. At endað varð farið uppá gólv. Sigast má at dagurin eydnaðist sera væl og hvør veit kanska verður aftur ein tílíkur dagur komandi ár.

Myndir frá tiltakinum síggjast her:

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00