Taka mótmælisskrivið í størsta álvara

Mótmælið frá borgarum í Saksun, um ætlanirnar hjá kommununi at gera wc, parkeringspláss, skelti, gøtur o.a. varð viðgjørt á fundi í trivnaðarnevndini mánakvøldið 13. mai. Samtyktin kann lesast her:

Í sambandi við skipan av ferðavinnuni í Saksun ynskir kommunan at taka mótmælisskrivið móttikið 6. mai 2019 og tilhoyrisskrivið til mótmælisskrivið móttikið 13.mai 2019 í størsta álvara.

Tí fer kommunan at steðga arbeiðinum fyribils og kemur at kalla borgarar búsitandi í Saksun til fundar um málið.

Kommunan ynskir framhaldandi í samsvar við samtykta ferðavinnupolitikkin, at skipa ferðavinnuna í Saksunar bygd, men kemur at brúka tíð til at fyrireika raðfestingarnar nærri.

 

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00