Andlát og jarðarferð

Tá andlát er, eiga tey avvarðandi at venda sær til kommununa og boða frá, nær jarðarferðin verður og har fáa vegleiðing um, hvussu mannagongdin er. Kommunan útvegar gravarar og flutning í samband við jarðarferðir. Tænastan er ókeypis fyri borgaran.


Sunda kommuna hevur fasta avtalu við fyritøkuna Sólsetur um koyring við líkvogni. 

Um ynski er um at nýta líkvognin, eru tit vælkomin at venda tykkum til kommununa á tlf.: 66 72 71. Uttan fyri skrivstovutíð kann ringjast til arbeiðsformannin á tlf.: 29 72 22.

Umframt koyring við líkvogni hava avvarandi eisini møguleika at bíleggja kistu, sanghefti og aðra gravarhjálp í sambandi við eina jarðarferð. Meira kunning um tænastur frá Sólsetur fæst á www.solsetur.fo. Aðrar tænastur tænastur enn koyring gjalda borgarir sjálvir fyri.

Gravsteinar eru ábyrgd hjá teimum, sum standa fyri gravstaðnum. Áðrenn tú setur gravstein upp, skalt tú tosa við kirkjugarðsstýrið í Sunda kommunu.

Avvarðandi kunnu bíleggja sær pláss undir liðini á sínum kæru. Biðjast kann tó í mesta lagi um 3 pláss. 

Reglugerðin fyri kirkjugarðar í Sunda kommunu sæst her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00