Lestrarhølið í Sunda kommunu

Lestrarhølið er í Skúlanum við Streymin. Tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí/páskafrí og ella summarfrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini.

Til jólar 2017 er hølið er opið frá mikudag 20.desember til og við týsdag 2.januar frá kl.08.00 til kl.24.00

Leiðreglur
• Ábyrgdarpersónurin fær lykil til skúlan og kann læna lykilin út alt eftir hvør ynskir at nýta hølini
• Úthurðin skal til eina og hvørja tíð vera læst, eisini tá fólk eru inni í skúlanum!
• Vinarliga nýtið innskógvar!
• Hølið skal haldast reint og rudduligt. Burturkast skal beinast í ruskspannir sum standa við svarta bygningin
• Kaffimaskinu, ketil o.a. sum er í fyrstu stovuni er til at brúka. Ruddið bara væl upp eftir tykkum
• Møguleiki er fyri at nýta kopimaskinuna. 
• Samvirknu talvurnar kunnu nýtast. 

Ynskir tú at nýta lestrarhølið, send ein teldupost til sunda@sunda.fo.

Góðan lestrarhug

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00