Barnaverndartænastan í VEKS

Vestmanna-, Eiðis, Kvíkvíkar og Sunda kommunur samstarva um barnaverndartænastu sambært galdandi lóg sum barnavernd.

Barnaverndartænastan í VEKS er sett saman av tveimum pørtum: barnaverndarumsiting og barnaverndarnevnd. Barnaverndarumsitingin húsast í hølunum hjá Sunda kommunu á Oyrarbakkavegi 3 á Oyrarbakka og svarar á tlf. 667271 í vanligari arbeiðstíð. Aðrar tíðir svarar vakttelefonin hjá barnaverndartænastuni á tlf. 297200, t-postur: bvt@sunda.fo.

Barnaverndarnevndin er mannað við fólki úr teimum samstarvandi kommununum.

Arbeiðið við barnavernd skal tryggja, at børn, sum liva undir við viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Miðað verður eftir, at munagóð fyribyrgjandi tiltøk kunnu setast í verk í samstarvi við foreldrini, so trupulleikarnir verða rættaðir, áðrenn teir gerast tyngjandi í gerandisdegnum.

Barnaverndartænasturnar kring landið arbeiða í tøttum samstarvi við Barnaverndarstovu Føroya, ið hevur ein samskipandi og ráðgevandi leiklut.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00