Bussleiðin

Bussleiðin í Sunda kommunu byrjar at koyra mánadagin 2. januar 2017. Fyribils er ætlanin at hava bussleið í 1 ár sum royndarár. 

Bussurin tekur 18 ferðandi og koyrir allar gerandisdagar frá kl.15.45 til kl.22.05. Bussleiðin er ein ókeypis borgaratænasta.

Bussurin steðgar í 18 ymiskum støðum í 9 bygdum. Ferðaætlan og yvirlit yvir busssteðgistøðini sæst í faldaranum, sum er borin í hvørt hús í kommununi. Ferðaætlanin er eisini tøk her.

Tilkalling er til Gjáar týsdag og hósdag og til Saksunar mikudag. Tilkalling fer fram við at ringja til Sunda kommunu tlf. 667271 millum kl.10.00 og 16.00 gerandisdagar. Tilkalling eru einans fyri borgarar í Saksun og við Gjógv og skal bíleggjast dagin fyri.

Rís og rós um bussleiðina og ferðaætlanina kunnu sendast til sunda@sunda.fo.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00