Staðarnøvn

Nýggja síðan við staðarnøvnum í allari kommununi eitur sunda.kort.fo.

Í 2013 samtyktið býráðið at játta pening til at savna saman staðarnøvn í Sunda kommunu. Kommunan er víð í vavi og hevur heilar 11 bygdir, so arbeiðið at savna saman staðarnøvnini hevur verið rættiliga umfatandi. Ábyrgdarpersónar vórðu valdir fyri allar bygdir. Fyrsta stigið var at gera ein felags leist fyri skrásetingrarbeiðið.

Arbeiðið við at skráseta staðarnøvn hevur drúgva søgu. Í bygdum hava fólk skrivað niður staðarnøvn, og í summumførum vóru punkt sett við hond á kort fyri at vísa, hvat staðarnavnið sipar til. Ein grund er tí løgd fyri hesari verkætlan.

Fyri at fáa eina skipan, sum er so brúkaravinarlig sum gjørligt, varð avgjørt at skráseta nøvnini í eitt teldutøkt kort, sum síðan verður tøkt á heimasíðuni. Á heimasíðuni kann ein lætt fáa yvirlit, leita í ymsu bygdunum og finna slóðir til nakrar av gomlu bygdagøtunum í kommununi.

Endamálið við verkætlanin er at varðveita gamla mentanararvin við staðarnøvnum. Í dagsins samfelag verða fleiri av staðarnøvnini sera lítið brúkt, og vandin er tí stórur fyri, at hesi nøvn hvørva. Við hesi verkætlan hava vit skrásett og harvið varðveitt fleiri enn 5000 nøvn, umframt nakrar bygdagøtur.

Verkætlanin er tó bara byrjanin. Nú er grundarlagið lagt fyri, at enn fleiri nøvn verða varðveitt.
Vit hava í trý ár eftir besta førimuni skrásett øll nøvn av týdningi, men eru vit fullgreið yvir, at hetta er eitt livandi savn, sum kemur at vaksa og tillagast sum frá líður.

Tað er Sunda kommuna, sum hevur ábyrgd av verkætlanini og hevur samskipanina um hendi.

Hevur tú viðmerkingar ella veit um okkurt navn, sum ikki er við í hesum savni, ert tú hjartaliga væl komin at seta teg í samband við Sunda kommunu. Best er, um viðmerkingar verða sendar kommununi skrivligt.

Søgulig kunning um bygdir og upplýsingar um ábyrgdarpersónarnar í verkætlanini , sum varð almannakunngjørd 20.apríl 2016, kunnu lesast her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00