Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari til VEKS

Hesi størv eru leys at seta pr. 1. desembur 2016 , ella eftir nærri avtalu.
• 1 sjúkrarøktarfrøðingur í starvsbrøki 0,8
• 1 heilsurøktari í starvsbrøki 0,7
• 1 heilsuhjálpari í starvsbrøki 0,7
Starvsbrøkarnir kunnu broytast eftir avtalu við leiðaran.
Størvini eru í blandaðum vaktum og í miðal 2. hvørt vikuskifti.
Góðir møguleikar eru fyri fakligari menning, bæði sum einstaklingur og saman við dugnaligum starvsfelagum.
Starvsstaðið er á Mørkini í Streymnesi.
_ _ _ _ _
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,
Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo


Førleikar
• Viðkomandi útbúgving
• Hug og hegni til arbeiði innan økið
• Hug og hegni til samstarv
• Jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðarar, aðrar fakbólkar og einstaka borgaran.
• Lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.
• Hug til at halda teg dagførdan viðvíkjandi øllum innan- og uttanhýsis viðurskiftum, sum hava ávirkan á dagliga starvið.
• Telduførleika á brúkarastøði.
Vit kunnu bjóða
• Dynamiskt og fjølbroytt starv
• Dugnaligar starvsfelagar
• Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Skipaða innleiðslu
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS
Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið ella Føroya Kommunufelag og avvarandi fakfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
veks@veks.fo
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59,
350 Vestmanna.
Vinarligast viðmerk “Starv í VEKS” í umsóknini
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21.10.2016 kl. 16:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til.
• Magnu Hammer, deildarleiðara, á tlf. 793252 ella Poulu Reinert-Petersen, leiðara, á tlf. 793251

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00