Tekniskur málsviðgeri

Sunda kommuna søkir eftir sjálvstøðugum og dugnaligum tekniskum málsviðgera.

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi skrivstovustarv, ið fatar um uppgávur á tekniska økinum, har tú sum tekniskur málsviðgeri fært møguleika at seta tín dám á.

Vit sóknast eftir byggitøkningi, framleiðslutøkningi, tekniskum assistenti ella fólki við líknandi útbúgving.

Høvuðsuppgávur
Byggimálsviðgerð og málsviðgerð annars á teknisku deild
Skráseting, viðgerð og avgreiðsla av málum
Fyrireiking av málum til politiska viðgerð
Samskifti við borgarar og myndugleikar
Smærri projekteringsuppgávur
Vanligt skrivstovuarbeiði
Skrásetan í kortskipan
Skrivari á fundum

Førleikakrøv
Byggitøkningur, framleiðslutøkningur, tekniskur assistentur ella líknandi
Kunnleika til byggisamtyktir og býarskipanir
Góðan málsligan førleika í føroyskum
Hollan telduførleika

Fyrimunir
Royndir frá kommunalari umsiting eftir fyrisitingarlógini
Kunnleika til 360 skjalaskipan
Kunnleika til ArcGIS kortskipan og AutoCAD
At tú ert vinarlig/ur og fyrikomandi

Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett 1. juni 2017, ella eftir nærri avtalu. Tann setti vísir beinleiðis til Tekniska leiðaran.

Starvsstaðurin er Sunda kommuna, við høvuðssæti á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Súna Christiansen, tekniska leiðara, á telefon 667220 ella umvegis teldupost á suni@sunda.fo.

Skrivlig umsókn, við avriti av prógvi og øðrum hóskandi skjølum, skal sendast til Sunda kommunu, Oyrarbakkavegur 3, Postrúm 10, Fo-400 Oyrarbakki, ella til sunda@sunda.fo og vera kommununi í hendi í seinasta lagi 23. apríl 2017.

Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00