Námsfrøðingar til Dagstovnin á Flatinum

Vit søkja eftir 2 námsfrøðingum at arbeiða 30 - 35 t.pr.viku. Størvini verða sett at byrja 7. aug. ‘17 ella eftir nærri avtalu.

Størvini eru á barnagarðsstovu við 20 børnum í aldrinum 3 – 5 ár.

Okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á:
• virðisgrundarlagið, sum er viðurkenning – ymiskleiki - tryggleiki – nærvera - umsorgan.
• námsætlanina, har teir persónligu og teir sosialu førleikarnir, saman við mál og samskifti eru grundarlagið; og mentan - kroppur, heilsa og rørsla - náttúra og umhvørvi, eru amboðini.

Vit vænta at tú kanst skapa ein fjølbroyttan og mennandi gerandisdag fyri tí einstaka barninum - at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur - at tú sært møguleikar og avbjóðingar fram um mørk - ert opin fyri broytingum - ert nýhugsandi, kreativ/ur og positiv/ur; og dámar væl at verða úti í náttúruni.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi, og har tú saman við dugnaligum starvsfólkum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á einum stovni, har karmarnir eru sera góðir inni sum úti.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247.

Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 8. juni og sendast til

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka
ella við telduposti til flatinum@sunda.fo


Um okkum:
Vit eru 90 børn í aldrinum 0 – 9 ár og 22 starvsfólk, harav 10 námsfrøðingar. Opið er frá 7.00- 17.00. Stovnurin er skipaðar í 2 vøggustovur, 2 barnagarðsstovur, 1 stova við teimum 6 ára gomlu og 1 frítíðarstova við 1. 2. og 3. fl. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar bæði innan og uttandura, hvør stova er ein sjálvstøðug vælútgjørd eind, umframt eitt stórt felagsrúm, viðtaluhølið, og ymisk verkstøð. Spæliplássið er stórt við nógvum møguleikum, og stovnurin liggur sera væl fyri t.d. beint við haga og fjøru, við skúla, fimleikahøll, svimjihøll og góðum busssambandi.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00