Rætting: Broyting í býarplani fyri Oyri og Oyrarbakka

Kunngerð um broyting í býarplaninum fyri Sunda kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at býráðið í Sunda kommunu á býráðsfundi tann 31.10.2016 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í býarplaninum fyri Sunda kommunu.


Broyting í býarplaninum fyri økið í markatalsbygdini Oyrarbakki og Oyri:

Broytingin umfatar part av matr. nr.77a, 77b, 76, 1a, 75, 74a, 73a, 70, 68a og 63b, ið eru omanfyri Oyrarbakkaveg og partur av matr.nr. 137a og 138a, ið er J, landbúnaðarøki verða broytt til B, bústaðarøki.


Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð

Frá týsdegnum 27. juni 2017 til fríggjadagin 21. juli 2017 báðir dagarnir íroknaðir


Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu verða handað skriftliga til Sunda kommunu í seinasta lagi 17. august 2017.

 

Oyrarbakki tann 27. juni 2017

Sunda kommuna

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00