Kunngerð um býarplan fyri Saksun

Kunngerð um býarplan í Saksun, Sunda kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at býráðið í Sunda kommunu á býráðsfundi tann 28.08.2017 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi býarplan í Saksun, Sunda kommunu.

Býarplanur fyri økið í markatalsbygdini Saksun:

Býarplanurin umfatar:

N, Neystaøki verða: Matr. nr. 27, 28, 29 og 32, ið er partur av matr. nr. 23a og 24a.

E, Almennir stovnar verða: Matr. nr. 30, 31, 35, 46 og partur av matr. nr. 9.

B, Bústaðarøki verða: Matr. nr. 1, 2, 3, 5, 6, 7, 8a, 10, 12, 13, 14a, 14b, 15, 16, 17, 18, 20, 23a, 23b, 24b, 26, 33, 34, 35, 36, 37, 38, 39, 43, 46, 48 og partur av matr. nr. 8a, 9, 11 og 43.

O, Serstakt ferðsluøki verður: Partur av matr. nr. 23a.

J, Landbúnaðarøki verða: Matr. nr. 8a, 9, 11, 14a, 23a, 24a, 25, 35, 45 og partur av matr. nr. 43.


Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð.

Frá mánadegnum 09. oktobur 2017 til mikudagin 01. novembur 2017 báðir dagarnir íroknaðir


Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu verða handað skriftliga til Sunda kommunu í seinasta lagi 27. novembur 2017.

Oyrarbakki tann 06. oktobur 2017

Sunda kommuna

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00