Kunngerð um broyting í býarplaninum fyri Sunda kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at býráðið í Sunda kommunu á býráðsfundi tann 25.09.2017 og 30.10.2017 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í býarplaninum fyri Sunda kommunu.


Broyting í býarplaninum fyri økið í markatalsbygdini Haldórsvík umfatar:

- matr. nr. 99, part av 243, part av a, 118, 130, 19, 162, 254, 187, 173, 46a, 33 (syðri partur), 19, 154, 3, 91, 139, 81, 9, 44, 154, 133a, 4a, 7 og 78 og part av 79, ið verða broyttir til landbúnað.

- matr. nr. 33 (norðari partur), 164a, 179a, 86, 14, 155, 31, 122b, 158, 149, 30, 32b, 67, 42, 15c, part av 15a, 184a, 122a, 58, 25, 77, 35, 72, 132, part av 50, 176c, 166, 188, part av matr. nr. 242, part av 117, part av 55, 97b, 114a, 114b, 55, 85b, 101, 165 og 139, ið verða broyttir til neystaøki.

- part av matr. nr. 15a, part av 246 og part av 50 verður broyttir til frílendi.

Broyting í býarplaninum fyri økið í markatalsbygdini Oyrarbakki umfatar:

- matr. nr. 35b, ið verður broytt frá landbúnaðarøki til bústaðarøki


Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð

Frá hósdegnum 16. november 2017 til fríggjadagin 11. desember 2017 báðir dagarnir íroknaðir.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu verða handað skriftliga til Sunda kommunu í seinasta lagi 8. Januar 2018.

Oyrarbakki tann 16. november 2017
Sunda kommuna

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00