Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við lógtinglóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á býráðsfundi tann 27.11.2017 hevur samtykt at gera niðanfyristandandi broytingar í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.

Broyting av grein 5 stk. 4 í byggisamtyktini

Grein 5, stk. 4, sum er ásetingar fyri øki B1 Sethús, ið er soljóðandi:

Hús mugu einans verða bygd í einari hædd við nýttum lofti og mugu ikki vera hægri enn 5,5 m til mønuna, mált frá miðaljørðildi (miðal við húsahorn). Um bygging er framvið vegi, kunnu vegamyndugleikarnir áseta hæddina á stovugólvinum í mun til veghæddina.

verður broytt til:

Hús mugu einans verða bygd í einari hædd við kjallara og nýttum lofti. Gólvhæddin í miðhædd kann í mesta lagi vera 0,8 m hægri enn hægsta jørðildi við húsahorn. Hæddin frá miðhæddargólvi til mønuna kann í mesta lagi vera 5,5 m. Um bygging er framvið vegi, kunnu vegamyndugleikarnir áseta hæddina á stovugólvinum í mun til veghæddina.

Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð

frá 7. desember 2017 til 12. januar 2017, báðir dagarnir íroknaðir

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu latast skrivliga til kommununa í seinasta lagi 5. februar 2017.


Oyrarbakki tann 6. desember 2017
Sunda kommuna

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00