Starvsfólk til ungdómshúsið

Ert tú tann vit søknast eftir? Ungdómshúsið í Sunda kommunu, vanliga nevnt Garnhúsið á Oyri, sóknast fólki at arbeiða 2 kvøld um vikuna 8 tímar tilsamans.

Vit vænta at tær dámar at arbeiða við ungdómi, dámar at vera kreativur og dugur at hugna um tey ungu.

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Freistin at søkja er 5. september 2018.

Hevur tú spurningur, so ber til at ringja til leiðaran, Katrinu Nattestad, tlf. 263125.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00