Lærarastarv í Hósvíkar skúla skúlaárið 2018/19

Hevur tú hug at royna teg sum lærara í Hósvíkar skúla, so er ein møguleiki nú. Starvið er tíðaravmarkað hálv tíð skúlaárið 2018/19. 

Um starvið
Í Hósvíkar skúla ganga 21 fittir næmingar. Sum lærari í Hósvíkar skúla skalt kunna undirvísa í øllum lærugreinum. Tú skalt eisini halda gott samstarv millum skúla og heim og virka fyri, at næmingarnir trívast og fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalærara- útbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkunum 18.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir saman við avriti av prógvi, c.v. og øðrum skal verða Hósvíkar skúla í hendi í seinasta lagi 23. oktobur 2018 kl. 12.00. Umsóknin verður stílað til: Hósvíkar skúli, Vørðuvergur 8, FO-420 Hósvík ella við t-posti: olsenfri@gmail.com

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Fríðgerð Ovadóttir, skúlaleiðara, tlf. 581416.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00